ÍF tók stórt fet ímóti gullinum

Dysturin millum Mjølnir og ÍF í Klaksvík seinnapartin í dag var avgerandi fyri, hvat av liðunum skuldi taka leiðsluna í meistaradeildini hjá monnum undan seinastu umførunum.

 

Mjølnir og ÍF hava verið sterkastu liðini í kappingini í ár, og tí var hesin dysturin rættiliga avgerandi fyri gullstríðið.

 

ÍF vann dystin 3-0, og í tveimum teimum fyrstu settunum rættiliga hølvaðu teir Mjølnir av. Í triðja settinum kom Mjølnir fyri seg, men ÍF vann at enda 26-24, og so var sigurin heima.

 

ÍF liggur nú einsamalt á odda í meistaradeildini hjá monnum, og teir eru nú stórfavorittar til at vinna FM.