TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Dánjal á Lakjuni, sum saman við liðfeløgunum í ÍF tapti 0-1 ímóti Skála á heimavølli í dag.
Dánjal á Lakjuni ásannar, at tað kostaði teimum dýrt ikki at taka av málmøguleikunum teir høvdu, serliga í fyrra hálvleiki.
Dánjal á Lakjuni slær kortini fast, at teir í ÍF hava ikki mist vónina enn, men fara at stríðast manniliga seinasta triðingin av kappingini.