Fá sum ikki hava fartelefon

- Her kemur fólk inn alla tíðina, sigur Olga Fossdalsá, sum starvast í Telebúðini í Skopun.
Fyri henni er eingin ivi um, at rætt var at flyta Telebúðina av Sandi og til Lonina í Skopun.

- Tað eru fáir dagar, at vit ikki selja nakra fartelefon.
- Onkran dagin selja vit omanfyri seks telefonir, men tá tað nærkast jólum eksploderar sølan, sigur Olga.
Telebúðin helt áður til á Sandi, men er í dag partur av handilsdeplinum Lonini í Skopun. Her finnast somuleiðis matvøruhandilin Sparni og Salong 1700.
Her er talan um eitt stað, her nógv fólk vitja hvønn einasta dag. Og tað merkja tey eisini í Telebúðini.
Umframt stóru søluna av fartelefonum, er gongdin eisini hon at fleiri og fleiri fáa sær breiðband.
- Tað vísir seg, sum um tey flestu velja at fara tann vegin, sigur Olga.
Starvið hjá Olgu er rættiliga fjølbroytt og spennandi.
Fólk koma við fyrispurningum um ymiskt viðvíkjandi telefonum teirra, skrásetingar skulu gerast, og so ber eisini til hjá kundunum at keypa fløgur og annað.
- Tað eru fáir sandoyingar sum ikki hava fartelefon í dag, slær Olga fast.