Fuglfirðingar styrktu seinnapartin um sína støðu í toppinum av næstbestu deildini og harvið um møguleikan at vinna sær uppflyting.
ÍF hevði vitjan av NSÍ, sum undan oyggjauppgerðini hevði sama stigatal sum ÍF.
Úrslitið var 3-2, og tískil er ÍF nú næstfremst við 36 stigum, meðan NSÍ á triðja plássi hevur 33 stig. B68 er á fjórða plássi við 32 stigum. KÍ er topplið við 39 stigum.
ÍF er nú tvey stig nærri toppinum enn undan dsgsins dystum. Meðan ÍF vann fulla úrtøku, so vann KÍ bara eitt stig í 2-2 dystinum á Toftum.
Tá ið hesi bæði liðini síðst í apríl hittust við Løkin endaði tað 1-1. Í dag legði Pætur Skipanes gestirnar framum longu í sjeynda minutti. Jóhan Petersen javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og støðan var 1-1, inntil tað restaðu átta minuttir. So gekk tað skjótt fyri seg:
Jan Ó. Ellingsgaard levði heimaliðið framum 2-1, og fimm minuttir seinni var tað yngri bróðurin Ari Ó. Ellingsgaard, sum í summarsteðginum er fluttur aftur í barndómsfelagilð eftir at hava verið nakrar mánaðir í EB/Streymi, sum skoraði til 3-1.
Heimasigurin sá út til at vera vísur, men tað var bara í eina lítla løtu. Tveir minuttir undan leikloki minkaði Jann Martin Mortensen um munin til 3-2. NSÍ spenti álopsbogan í roynd at javna, men tað eydnaðist ikki.
NSÍ liðið var væl mannað: Jóhan Troest Davidsen var í miðverjuni í fyrra hálvleiki, Einar Tróndargjógv, Jann Martin Mortensen, Jann Benjaminsen og Andri Benjaminsen vóru á vøllinum alla tíðina, og Øssur Dalbúð varð skiftur út, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Um eina viku verður grannauppgerð i Fuglafilrði, tá ið Víkingur fer at vitja innanfyri Varmakeldueið.
NSÍ skal hóskvøldið spæla á Summarfestivalinum í Klaksvík.