ÍF styrkir seg við lokalum fólki

27 ára gamli Fritleif í Lambanum verður aftur at síggja í ÍF-búnanum. Hesum boðar heimasíðan hjá ÍF frá í dag.

 

Fritleif hevur annars verið í Danmark seinastu tíðina, har hann hevur hildið seg í venjing í ÍF Føroyum, har fyrrverandi liðfelagin í NSÍ Christian Høgni Jacobsen stýrir besta liðnum. Men nú hevur Fritleif avgjørt at flyta heimaftur.

 

Sambært heimasíðuni hjá ÍF, so er sáttmálin við Fritleif galdandi fyri tað, ið eftir er av kappingarárinum.

 

Fritleif er miðvallarleikari, men kann spæla flestu pláss á vøllinum. Hann er sambært yvirlitinum hjá Faroesoccer skrásettur fyri 174 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

ÍF liggur í løtuni nummar fýra í Effodeildini.

 

Mynd: Umframt barndómsfelagið ÍF og NSÍ, so hevur Fritleif eisini umboðað Víking, sum myndin vísir. Harnæst hevur hann spælt á fleiri ungdómslandsliðum, millum annað er hann skrásettur fyri fimm U21 landsdystir.