- Føstan er ein serstøk tíð, tí hon appelerar til, at vit seta ferðina niður, og dvølja við pínslusøguna hjá Frelsara okkara, Jesusi.
Hetta sigur Ovi Brim, sóknarprestur og búsitandi á Nesi við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni, nú vit eru farin undir fyrireikingina til komandi páskahøgtíðina, har pínslusøgan er hon ið bindur alla tilgongdina saman.
Og hann heldur fram: - Í pínslusøguni eru so mangar løtur, ið er so intensar, at vit ikki heilt kunnu fata tær.
Fyri Ova Brim og hinar prestarnar í føroysku fólkakirkjuni er føstan ein strævin tíð í so máta. Umframt tær vanligu gudstænasturnar og aðrar kirkjuligar tænastur, so verða teir bodnir út í aðrar sóknir at prædika við føstugudstænasturnar.
Men ikki tí, - nógv evni og nógvir vinklar eru at taka fram í prædikunum, ikki minst út frá sálarstríði Jesusar í Getsemane.
Ein av vinklunum, ið Ova Brim dámar væl at taka fram, er tá ið Jesus sigur "Tað eri eg", og teir sum komnir eru at taka hann, í roynd og veru fella til jarðar. Og ikki minst, tá ið uppøsta mannamúgvan heldur ynskir ránsmannin Barabbas leyslatnan, enn tann lýtaleysa Jesus.
- Eg haldi, at orðini hjá Jesaja profeti standa greið í føstutíðini: Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum.
- Og fyri meg vekir tað bæði undran, og ikki minst takksemi fyri frelsuna, soleiðis at kunna arbeiða meg ígjøgnum hesar tekstirnar. Tí haldi eg avgjørt, at føstugudstænasturnar eru góðar, slær Ovi Brim fast.