Føstulávint er, og tunnuslátturin hevur rungað í nógvum skúlum og grannaløgum seinastu dagarnir. Í KÍ-høllini í Klakvík hevur hornorkestrið skipað fyri árliga tunnusláttrinum Nógv børn og vaksin vóru komin saman, tá ið Klaksvíkar Hornorkestur í gjár skipaði fyri árligu føstulávinshaldinum í KÍ-høllini í Klaksvík.
Umframt sjálvan tunnuslátturin var eisini stórt mat- og køkutombola á skránni, og foreldur kundu hugna sær við einum kaffimunni.
Tá leið móti enda, fingu øll børnini góðgæti, og kattakongarnir fingu ein serligan posa.
Sí myndafrásøgn.