Føstulávintstiltak í SMS

Leygardagin 5. februar verður stórt føstulávintstiltak í SMS, har m.a. heimskendi danski leikbólkurin ?H.C. Andersen Paradan? fer at framføra ævintýrleikir eftir H.C. Andersen

Føstulávintshald


Leygardagin 5. februar eru allar grýlur ? bæði lítlar og stórar ? vælkomnar í SMS til ein stuttligan dag. Eins og undanfarin ár, skipar SMS fyri stórum og forvitnisligum føstulávintstiltaki á Torginum og í húsinum annars og handlarnir í SMS fara at hava góð tilboð henda dagin. Sí og hoyr meira í SMS-varpinum eftir Dag & Viku fríggjakvøldið. Frá kl. 10.00 bjóðar SMS børnunum góðgæti frá Damfar og Pop Top frá MBM.
Høvuðsnavnið á tiltakinum er heimskendi danski leikbólkurin ?H.C. Andersen Paradan?, ið framførir ævintýrleikir eftir H.C. Andersen. Tiltakið er komið í lag í samstarvi við Klaksvíkar býráð, ið er vinarbýur við føðibýin hjá H. C. Andersen ? Odense. Í ár eru 2005 ár liðin síðani H. C. Andersen varð borðin í heim. Tí verður nógv gjørt burturúr, serliga í Danmark og Odense, men eisini úti í heimi.
H. C. Andersen Paradan er víðagitin ungdóms teaturbólkur, ið hevur havt framførslur í m.a. Kina, Hollandi, Belgiu, Týsklandi og Onglandi, umframt í Danmark. Tey framføra á enskum, týskum og donskum máli.  Íklødd prýðiligar búnar, ið stava frá ævintýrunum, hava tey sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen. Tónleikurin gevur eisini framførsluni rættan ævintýrdám.
Við í ?H. C. Andersen Paraduni? eru 15 ungdómar umframt høvuðspersónin H. C. Andersen, alias Torben Iversen, ið greiðir frá og er bindiliðið millum teir ymisku leikirnar.
Beint eftir framførsluna hjá H.C. Andersen Paraduni, kunnu børnini gera bomm saman við Hannibal og systkinabarni hansara á Torginum. Hannbal hevur hevur greitt okkum frá, at tey fara at gera fýra sløg av bommum, nevnliga við jarðberja-, vanilju-, ananas- og hindberjasmakki. Børnini sleppa sjálvi at gera bommini, klippa tey og pakka tey í posar, sum tey síðan kunnu taka við sær heim.
Kl. 13.00 verður tunnusláttur fyri børn upp til 13 ár. Tey smærru børnini, upp til 6 ár, sláa eina lítla tunnu, meðan tey eldru ? frá 7 til 13 ár ? sláa eina størri. Kattakongarnir fáa vinningar.
            Av tí at tað er føstulávint, fara vit eisini at heiðra vakrastu grýlunum, og tað ræður um at nýta hugflogið, tí vakrastu grýlurnar fáa góðar vinningar frá SMS. Vakastu grýlurnar verða kosnar kl. 14.00. Harumframt verður vakrasta starvsfólkagrýlan kosin, og til tað hevur SMS brúk fyri tykkara hjálp, tí tað eru tey vitjandi í SMS leygardagin, ið gera av, hvør starvsfólkagrýla er vakrast. Atkvøðuseðlar eru at fáa í VikuBlaðnum týsdagin 1. februar ella á Torginum leygardagin. Øll, ið atkvøða um bestu starvsfólkagrýluna, eru við í lutakastinum um ein flogferðaseðil frá Atlantic Airways.
SMS heilsar øllum og boðar frá, at vit gleða okkum at síggja tykkum í SMS leygardagin 5. februar. - eisini tykkum, ið ikki eru grýluklødd.