Føstulávintstiltak á Giljanesi

Lions Club í Vágum skpar sunnudagin fyri árliga føstulávintstiltakinum í ítróttarhøllini á Giljanesi. Ágóðin av tiltakinum verður brúktur til at endurreisa minnisvarðan í Mykinesi fyri

Árliga aturvendandi Giljanestiltakið hjá Lions Club í Vágum verður hildið sunnudagin í føstuinngangi.
Vanligu tiltøkini, sum plaga at vera á slíkum tiltøkum, verða eisini við hesaferð. So sum eydnuhjól, lutaseðlasøla, fiskibrunnur og slíkt, sum fólk kunnu royna. Vinningarnir í eydnuhjólinum eru millum aðrar slíkt, sum limirnir í Lions sjálvir hava gjørt.
Lions í Vágum plagar hvørt ár at prenta lutaseðlar, sum verða seldir undan og undir sjálvum tiltakinum á Giljanesi. Soleiðis er eisini í ár.
Eitt nýtt tiltk hesaferð verður ein konsert, sum verður klokkan 20.00 sunnukvøldið. Ikki tað, at konsertir og slíkar framførslur ikki hava verið, men hesaferð verða tað Lionsmenn sjálvir sum fara at syngja. Eitt mannskór hava teir sett upp og hava vant nakrar sangir til júst hetta tiltakið.
Regin Poulsen, forseti í Lions Club Vágar, setir tiltakið seinnapartin klokkan 16.00. Eydnuhjólið byrjar klokkan 17.00, og lutaseðlarnir verða drignir, tá tiltakið endar klokkan 23.00.