Aftur í ár verður føstulávintshald fyri yngru børnunum í sølumiðstøðini í Havn.
Mánadagin verður Torgið í SMS karmur um føstulávintshaldið við tunnusláttri, føstulávintskøkum og andlitsmáling.
Í ár er tað Angela ? sum flest øll børn í Føroyum kenna ? sum skipar fyri føstulávintstiltakinum í SMS.
Tiltakið byrjar kl. 15, tá tunnusláttur verður fyri børnum undir skúlaaldur.
Tá kattakongarnir eru funnir og hava fingið sínar vinningar, bjóðar SMS føstulávintskøkur, kakao og Pop Top til øll. Tá verður eisini møguleiki hjá børnunum at fáa andlitið føstulávintsmálað av Angelu og hjálparfólki hennara.
Áðrenn tiltakið endar kl. 17.30 fáa øll børn ókeypis SMS ballónir heim við sær.










