Skipað verður fyri undirhaldi við fotbóltsvøllin í Sørvági leygardagin. Tá fer Vága Ríðingafelag at halda føstulávint við nógvum tiltøkum.
Byrjað verður klokkan 15.00 við ringríðing, siga fyrireikararnir. Síðan verður tunnusláttur fyri bæði kvinnur og menn. Tað verður skipað við trimum tunnum, har fólk úr teimum stóru bygdunum í Vágum fara at kappast sínámillum. Soleiðis at ein tunna verður til sørvingar, ein til miðvingar og ein til sandavágsfólk. Steyp verða latin kattakongunum úr hvørji bygd sær.
Um kvøldið verður dansur, har Jákup og vinmenn fara at spæla, siga tey í Vága Ríðingafelag, og leggja afturat, at tað er ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin føstulávints leygardag.