Føstulávints vikuskifti í Glitni

Fríggjakvøldið fer ein nýggjur táttur innan vælumtókta karaoke virksemið av bakkastokki í Glitnir.

 

Frá 23.30 verður ?country karaoke? á skránni ? tú kanst verða stjørna á jøvnum føti við Alan Jackson, Willie Nelson, Dolly Parton og øll tey. Tey sum taka mikrofonina eru sjálvandi við í dráttinum um ferðina til Mallorca.

 

Leygarkvøldið verður stórur føstulávintsdansur við dansibólkinum Twilight. Grýlubúni eingin forðing, ókeypis atgongd til 23.30