Føstulávint fyri børn og vaksin á Sandi

Leygardagin fara bæði ung og gomul at sláa tunnu á Sandi. Føstulávint hevur al­tíð verið hildin væl og virði­liga á Sandi, og at verða kattakongur hjá teim­um vaksnu forpliktar – all­ur riðilin, sum sligið hev­ur, verður boðin inn til katta­kongin og -drotn­ingina. Tí sjálvandi eru kvinnurnar kom­nar upp í part, sum tíð­irnar eru broyttar.
Tunnuslátturin byrjar klokkan 13 við at børnini sláa tunnu í Virkinum, tey smæstu fyrst, og kl. 15.00 sláa fyrst kvinnurnar, síð­ani menninir. Seinni um kvøld­ið, tá fólk hava vitjað kattakong og -drotning og verið húsagongd, er aftur opið í Virkinum sum café-kvøld frá kl 21.00.
Men føstulávintin byrjar í veruleikanum longu hós­kvøldið, tá føstuskemtið verð­ur sýnt fyrstu ferð. Fyri­reikingarnar til føstu­skemtið byrjaðu væl fyri jól, so tey stuttligu prikini og festligu sangirnir eru væl vand! Hóskvøldið klokkan 20.00 er fyrsta sýningin. Hinar sýningarnar eru fríggjakvøldið kl. 20.30 og sunnudagin kl. 16.00, 19.00 og 21.00.