Føstudansur í Føroyahúsinum

Aftur í ár skipar Dansifelagið Fótatraðk fyri almennum føroyskum dansi á føstulávint. Tiltakið verður í Føroyahúsinum leygardagin 9. Februar kl.19.00-01.00.

 

Kl.19.00 lata dyrnar upp, og føroyskt smyrjibreyð við føroyskum viðskerða verður selt í barrini, umframt heimabakaðar køkur og alskyns væta.

 

Kl.19.30 verður felagssangur har Asbjørn Strøm kemur at spæla harmoniku. Aftaná sangløtuna verður farið upp á gólv, og dansað verður síðani restina av kvøldinum. Nevndin í Dansifelagnum hevur bjóðað Erlendi Simonsen og Tórmóði Nielsen niður at hjálpa til við at skipa dansin. Vanliga verður dansað til kl.01.00 føstulávints leygarkvøld.

 

Á Facebook er upprættað eitt føstudans-tiltak, og er her ein beinleiðis leinkja til tiltakið: www.facebook.com/events/253403101457618/

Føstudansurin, er eitt tiltak, sum kann samanberast við eitt ”opið-hús-tiltak”, har almenningurin fær høvi at uppliva tann føroyska dansin. Tey, sum eru áhugaði í føroyskum dansi ella felagsskapi fyri føroyingar, kunnu venda sær til limir felagsins hetta sama kvøld.

 

Sum siður er á føstulávint, verða jólini eisini tald. Vanligt er at telja jól 2. jólakvøld og føstulávints mánakvøld. Fyrr í tíðini taldi man jól føstulávints mánakvøld um miðnátt, og endaði samstundis allur dansur og stuttleiki, tá ið liðugt var at telja jólini, tí so kom føstan. Í dag verður fyri tað mesta dansað føstulávints leygardag ístaðin fyri mánadag, og av tí at siðurin við føroyskum dansi hjá dansifelagnum Fótatraðk ikki er heilt tann sami sum hjá dansifeløgunum í Føroyum, verður dansað á ávísum dansikvøldum í føstuni, ja heilt fram til mai-mánaða, tá ið skúlaroyndirnar so smátt byrja.

Annars verða tey flestu vanligu kvæðini og vísurnar kvøðin til føstudansin, og møguliga eisini ymiskt, ið vit ikki vanliga uppliva til almennan føroyskan dans í Føroyahúsinum.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.