Føstuborðhald og almennur dansur í Føroyahúsinum

Føstuborðhald og dansur hjá Dansifelagnum Fótatraðk.

Fyri fyrstu ferð fer Fótatraðk at skipa fyri einum føroyskum borðhaldi í samband við árliga føstudansin. Leygardin 10. februar kl. 19.00 verður føroyskt borðhald í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og farið verður uppá gólv uml kl. 21.30.

 


Eitt sindur um tiltakið: Til borðhaldið verður sjálvtøkuborð við alskyns føroyskum mati og viðskera. Harafturat verður sangur við undirspæl av gittara og harmoniku.

Kl. 18.30 – dyrnar lata upp
Kl. 19.00 - borðhaldið byrjar
Kl. 21.30 – farið verður uppá gólv. Kvæðaskiparar úr Føroyum eru við og stuðla dansinum.
Kl. 01.00 – dyrnar lata aftur, tó verður dansað víðari um hugurin er fyri tí.