Toppdystur var í næstbestu deildini hjá monnum í fótbólti í dag, tá ósigraði toppliðið, B68, tók ímóti ÍF á Svangaskarði.
Hóast B68 ongan dyst hevði tapt undan dagsins dysti, so vóru tað tó fuglfirðingar, sum fingu betru byrjanina. Um miðjan fyrra hálvleik fekk Nenad Saric bóltin í vinstru síðu, og hann gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin í netið til 1-0 leiðslu til gestirnar.
Móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdist mótbrekkan hjá B68 enn størri, tá Alessandro Castilho bleiv rikin av vølli, og hetta dugdi ÍF at revsa. Eftir steðgin fingu teir nevniliga tvey mál afturat.
Fyrst var tað Frank Poulsen, sum økti til 2-0 eftir eitt skjótt mótálop hjá ÍF. Bartal Eliasen spældi hann leysan við eini góðari sending í vinstru síðu, og Frank var eirindaleysur, tá hann smekkaði til.
Móti endanum av dystinum økti ÍF enn einaferð, tá Dánjal Pauli Højgaard kom at standa væl fyri, og sostatt vann ÍF dystin 3-0. Við hesum fekk B68 eisini sítt fyrsta tap í ár.