ÍF stórsigur í Vági

ÍF hevur lagt bragdliga fyri eftir summarsteðgin. Í góðveðrinum á Vágseiði hevur ÍF í kvøld vunnið 3-0 á FC Suðuroy.

Øssur Dalbúð skoraði dygst undan steðginum, og átjan minuttir undan leikloki økti hann um munin til 2-0.

Fimm minuttir fyri leiklok misti heimaliðið Jón Krosslá Poulsen, sum varð vístur av vølli, og eina lítla løtu seinni staðfesti Andy Olsen 3-0 sigurin, tá ið hann lyfti bóltin upp um málverjan.

 

---------------

 

 

85 min

0-2

Heimaliðið verður undirmannað síðstu løtuna. Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy er júst rikin av vølli, eftir at hann tvær ferðir hevur sæð gult og harvið eisini reytt.

 

----

 

75 min

0-2: Øssur Dalbúð 72.

FC Suðuroy hevði í eina góða løtu verið væl við, men vandin var, at ÍF lúrdi eftir møguleikum í skjótum mótálopum.

Tað eydnaðist Øssuri Dalbúð at økja um leiðsluna, eftir at hann var spældur leysur av innskifta Dánjal á Lakjuni, sum hevði loyst Nenad Saric av.

 

----

 

45 min.

Hálvleikur

0-1: Øssur Dalbúð 45.

Nøkur sekund undan steðginum legði ÍF seg á odda. Andy Olsen breyt ígjøgnum í vinstru. Kuzman hálvbjargaði, og Øssur Dalbúð var fyrstur á returbólinum.

Annars hevur tað gingið javnt á í 1. hálvleiki.

 

---------

 

Nýggi danski spælarin hjá FC Suðuroy, Kasper Schultz, er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum. Suni úr Hørg og Heini Vatnsdal manna miðverjuna hjá heimaliðnum.

Álopsspælarin Obi Charles er ikki komin aftur úr summarfrí.

Fuglfirðingar hava sett verjuna av nýggjum. Hvørgin Ennigarð er í miðverjuni, sum í staðin er mannað við liðformanninum Høgna Zachariasen og veteraninum Bartali Eliasen.

 

FC Suðuroy-ÍF kl. 18.30

Dómari: Rúni Gaardbo

FC Suðuroy: Stanislaw Kuzman - Teitur Tausen, Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Martin Tausen - Dan Djurhuus, Mamuda, Palli Augustinussen, Kári í Lágabø, Henning G. Joensen - Jón Krosslá Poulsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Fritleif í Lambanum, Frank Poulsen, Karl Løkin, Andy Olsen - Nenad Saric, Øssur Dalbúð