ÚF spælir treyðugt føroyskan tónleik

Tú skalt rokna við at hoyra ið hvussu er átta útlendsk løg, áðrenn tú hoyrir eitt føroyskt lag í Útvarpi Føroya. Hetta er tvær ferðirnar minni enn danska P3 spælir av donskum tónleiki

Samstundis sum talið av nýggjum føroyskum tónleikaútgávum at kalla setir met á hvørjum ári, so er umleið bert gott og væl tíggjundi hvør sangur sum fer út í føroysku luftina ? føroyskur.

Hetta vísa tøl frá danska felagnum KODA, ið er felagið, sum flestu føroysk tónaskøld eru limir í. Hetta er eisini felagið, sum ÚF og SvF árliga rinda eitt gjald til fyri nýtslu av tónleiki ? bæði føroyskum og útlendskum.

86 prosent útlendskt

Av teimum 772.255 krónunum, sum ÚF og SvF tilsamans sendu av landinum í 1997 sum gjald fyri nýtslu av tónleiki, endaðu 108.957 krónur aftur í Føroyum.

Hetta merkir, at 86 prosent av føroyska gjaldinum endaði hjá útlendskum tónaskøldum. Hini 14 prosentini var luturin hjá føroyskum tónaskøldum.

Tala tølini rætt so skalt tú rokna við at hoyra átta útlendsk løg, áðrenn eitt føroyskt lag verður sent í luftina í Føroyum. Til samanberingar kann sigast, at á P3 í Danmarks Radio er 25 prosent av spælda tónleikinum danskur. Hetta er næstan tvær ferðirnar meira enn tann rúmdin, føroyskir luftmiðlar geva føroyskum tónleiki.

Nils Bak, stjóri á KODA, váttar, at donsk tónaskøld samstundis stríðast fyri at fáa danska prosentsatsin í DR longur upp.

Í summum londum er lóg, ið ásetir, hvussu nógvur tónleikur skal vera úr egnum heimasjógvi. Í eitt nú Kanada er ein lóg, ið sigur, at minst 30 prosent av spælda tónleikinum skal vera kanadiskur.

Nils Bak sigur við Sosialin, at ÚF rapporteraði tilsamans 27.585 spælingar ? løg ? til KODA í fjør, meðan SvF rapporteraði 4.544 spælingar um sama mundið. So í hesum høpi er ÚF tungvektarin.

Í farnu viku segði Kristian Blak, tónleikari og tónaskald, við Sosialinum, at hann helt gjaldið hjá ÚF vera ov lítið. Hvørjar ferð ÚF spælir eitt føroyskt lag, so fær tónaskaldið millum 10 og 20 krónur (Útvarp Føroya verður í hesum høpi mett sum eitt økisútvarp ? og ikki sum eitt landsútvarp).

Útvarpsstjórin Jógvan Jesperssen segði, at hetta gjaldið var ein spurningur millum føroysk tónaskøld og KODA. Samstundis vísti hann á, at ÚF rindar lutfalsliga ? sæð út frá lurtarafjøld ? nógv meira enn onnur.

Fyri fimm árum síðani eydnaðist tað ÚF at samráða seg til ein munandi betri sáttmála við KODA. Árliga gjaldið til KODA minkaði munandi. Hetta førdi eisini við sær, at gjaldið til føroysk tónaskøld eisini minkaði fyri hvønn spældan minutt.

Tónleikurin í ÚF fyllir umleið 55% av senditíðini.


Livandi tónleikur

Føroysk tónaskøld fáa eisini gjald fyri at spæla livandi tónleik á konsertstøðum, matstovum, klubbum o.s.fr.

Her var inngjaldið til KODA fyri livandi tónleik á spælistøðum í Føroyum 181.000 krónur í 1997. Og í hesum føri kom størsti parturin aftur til Føroya ? nevniliga 143.350 krónur rindaði KODA til føroyskar tónleikarar. Skulu føroysk tónleikafólk fáa nakað gjald fyri at spæla livandi tónleik, so krevst, at tey sjálvi fylla rapporteringslistar út og senda tað til KODA.