ÍF-B68
Jákup Mørk
Fuglfirðingar mistu á stokkinum í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani. Tað bar við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri, at ÍF kann flyta niður. Tí verður spælt fyri lívinum í Formula deildini, tá ið B68 sunnudagin kemur at vitja.
Hjá ÍF var venjarin, Albert Ellefsen, burturstaddur við U-19 landsliðnum, tá ið fuglfirðingar spældu í Klaksvík. Hann er tøkur aftur. Bartal Eliasen hevur verið burturi í landsliðsørindum.
Tað er serliga á útivølli, at góða gongdin hjá B68 síðani summarsteðgin hevur verið. Toftamenn eru tvey stig frá fimta plássi. Hesum plássinum hava teir framvegis eyga á. Um tað eydnast at vinna tað, so verða 14 og ikki 13 dystir á Svangaskarði næsta ár.
Eftir nógv støðug avrik á B68 miðvøllinum fekk Jann Ingi Petersen í vikuskiftinum landsliðsboð. Í kvøld fer miðvallarin aftur at taka lut í venjingini á Svangaskarði.