12. maður hjá ÍF sunnudagin var hvørki áskoðari ella dómari. Hinvegin hendi tað í kampens hede móti endanum av dystinum, at fuglfirðingar høvdu 12 spælarar á vøllinum samstundis. Tað var beint undan málinum, sum ÍF skoraði til 2-1 seint í dystinum.
ÍF-spælarin Christian Soelberg fekk ein snudd í beini og var tikin út um vøllin til viðgerð. ÍF-bonkurin gjørdi skjótt av og setti nýggjan spælara inn fyri hann. Tá ið skaddi spælarin so kom fyri seg aftur, fór hann aftur á vøllin, og harvið gjørdist hann 12. spælarin hjá ÍF á vøllinum.
- Hatta var ein misskiljing millum meg og hjálpardómaran. Eg fekk ikki við, at tað var Christian Soelberg, sum varð skiftur út, og spælarin visti heldur ikki sjálvur, at hann varð skiftur út. Tá ið hann so bað um at sleppa inn á vøllin aftur, vinkaði eg hann inn, sigur Dagfinn Olsen, sum var dómari í dystinum.
Christian Soelberg var bert lítla løtu á vøllinum, til hann varð gjørdur varugur við, at hann varð skiftur út.
- Eg valdi ikki at geva honum gult kort fyri at koma á vøllin aftur sum 12. spælari, tí eg taki hatta á mín kappa. Eg rokni ikki við, at tað hendir meira í hasum malinum, sigur dómarin.
GÍ meira spæl
Dysturin millum grannarnar lagaði seg soleiðis, at GÍ hevði bóltin meira enn heimaliðið, men heimaliðið vardi væl, og GÍ fekk ongar veruligar málkjansir burtur úr leikligu yvirvágini.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði ÍF seg á odda við máli, sum Nenad Farich gjørdi. Hann spældi hangandi álopsspælari, og tá ið hann fekk eina sending mitt fyri, tamdi hann millum tveir verjuspælarar og smekkaði í málið.
Eftir hetta kundi ÍF veruliga dúva upp á taktikkin við vælskipaðari verju og kontraspæli, og leingi helt verjan tætt.
Men tá ið GÍ eitt korter fyri leiklok fekk enn eitt hornaspark, eydnaðist tað at skora. Málmaðurin hjá ÍF fekk fingrarnar á innleggið, men bólturin datt niður við aftaru stong, har Kaj Ennigarð stútaði hann í málið.
Tvey tøtt mál
Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði innskifti Hanus Eliasen fyri heimaliðið. Ein høgur bóltur var longdur fram á vøllin, Hanus vann kapprenningina, og so smekkaði hann til við vinstra beini, og bólturin rakti stongina og endaði í málinum.
Nú hevði ÍF fingið trý stig í posan, men hóast tað bet vóru fáir minuttir til at binda kjaftbandið fyri, gekk tað ikki. Minuttin eftir javnaði GÍ. Eitt innkast varð tveitt inn í brotsteigin, tveir mans høvdu høvdið á bóltinum, áðrenn verjuspælarin Kaj Ennigarð aftur stóð á rætta stað, og hesaferð sparkaði hann bóltin í málið.
Grannaliðini skoraðu tvey mál í part, og hóast GÍ hevði meira spæl allatíðina, var tað ikki óuppiborið, at ÍF fekk stig burtur úr dystinum. Annað vikuskiftið á rað mistu teir á heimaliðnum tó ein sigur í síðstu løtu.