ÍF spælarar leingja sáttmálarnar

Bartal Eliasen, Nenad Saric og Alexandar Jovevic spæla allir í ÍF komandi tvey árini. Hóast brotasjógvarnir hjá ÍF eru tungir, nú liðið eftir øllum at døma noyðist úr Formula-deildini, so hava tey í felagnum als ikki givið skarvin yvir.
ÍF-stuðlarnir hava nú boðað frá, at sáttmálarnir hjá trimum av stuðulsspælarunum hjá felagnum eru longdir við tveimum árum. Hetta kann illa tulkast øðrvísi enn, at felagið framvegis vil sigla við fullum seglum. Eisini hóast ein niðurflyting skuldi komið upp á tal.