2. deild
Eftir 6-0 sigurin á TB í seinastu viku væntaðu tey flestu, at ÍF fór at gera eitt ordiligt hál móti endanum av kappingini, so at sætið í fremstu deildini kundi endurvinnast.
Men sunnudagin snávaðu fuglfirðingar, tá teir vóru í Gundadali. Eitt væl upplagt B36 lið vann 2-1, eftir hálvleiksstøðuna 2-0. ÍF var stórur favorittur at vinna dystin, og tí var tað sera óvæntað, at B36 fekk øll stigini.
Sigurin var uppiborin, tí hóast ÍF hevði bóltin, so var heimaliðið nógv vandamiklari frammanfyri málinum gjøgnum dystin. Eitt nú hevði ÍF ongan málmøguleika fyri steðgin.
B36 legði hart út
B36 legði seg fyrst og fremst eftir at verja, og síðani royna at seta nøkur skjótálop í verk. Eitt av hesum gav mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tórálvur Poulsen varð sendur avstað, og hann sendi framvið málverjanum, sum kom út ímóti.
B36 legði sjógv ímillum stutt fyri steðgin. Eitt hornaspark verður sent væl innfyri, og har stútar Brynleif Hansen hegnisliga í netið til hálvleiksstøðuna 2-0.
ÍF royndi at trýsta eftir steðgin, og hetta gav skjótt úrslit. Eitt hornaspark verður sent til handara stólpa, og har skallar Tórstein Joensen í málið.
ÍF royndi at skapa fleiri málmøguleikar, men sjáldan spurdist nøkur verulig hóttan burturúr. B36 hevði hinvegin tveir risastórar møguleikar at avgera dystin, men báðu ferð var seinasti bólturin ikki nóg neyvur.
B36 fekk tó øll stigini, og teir hava nú 26 stig saman við ÍF. Hetta var ein ógvuliga týdningarmikil sigur hjá B36, tí nú hava teir aftur møguleika at vinna deildina, nú bara tríggir dystir eru eftir.
B36 ? ÍF 2-1 (2-0)
1-0: Tórálvur Poulsen
2-0: Brynleif Hansen
2-1: Tórstein Joensen