ÍF smurdir av móti Fram

Flogbóltur: ÍF gjørdi ikki stórvegis mótstøðu í útsetta dystinum fríggjakvøldið

Fyri umleið tveimum vikum síðani vóru ÍF og Fram noyddir til at útseta ein dyst orsakað av trupulleikum við høllini á Kambsdali.

Hesin dystur varð leiktur fríggjakvøldið og synd er at siga, at fuglfirðingar fingu fyrimun av at útseta dystin.

Har var einki at gera hjá teimum. Fram var munandi betri í øllum pørtum av spælinum, og tí var talan um ein avgreiðsluspurning um hvør fór at vinna.

Fram vann dystin 2-0 og legði seg við sigrinum á annaðpláss í landskappingini bara aftanfyri Fleyr, sum higartil ikki hava verið til at steðga.

Umstøðurnar hjá ÍF hava vit fyrr verið inni