Fý skamma teg Rolf Guttesen

Tað er undir alt lágmark at hunddálka farin fólk!

Hanus Vang

Tá hin hunddálkaði har afturat er eitt av høvuðsskaldum Føroya, ja  so kann ein neyvan ríða lægri!
"Boðar tú til allar tjóðir"
Jóanes Paturson fekk ikki greinar sínar tiknar upp í donskum bløðum. Tá hann so fekk norsk bløð at taka sjónarmiðini upp, varð hann ákærdur fyri landasvik - ímóti Danmark!
Kann nakar vera føroyingur, - og asfaltføroyingur í fýratifýra ár, og so vera verðinsmeistari í at vita hvat, ið best er fyri okkum, ið her strevast og búleikast?
Tað er »totalt langt úti«.
Rolf Guttesen fór í coma í mei 1998. Har er hann ikki undankomin enn.
Men nú ráða menn hansara fyri borgum.
Best var um Rolf helt seg til geografiina, tí har er hann bæði greiður og dyggur!
Sambandsgreinarnar er best at gloyma.
Ráðtt verður til, at Rolf fær sær eina skilaforðing ímillum heimateldu sína og sokallaða óhefta Tíðindablaðið Sosialin.
Góðan betring!