EB/Streymur er lítil favorittur at vinna steypafinaluna, um hugsað verður um royndirnar, sum liðini hava frá at spæla stórar dystir.
Tað heldur Helgi L. Petersen, viðmerkjari hjá Rás2, sum samstundis vísir á heilivágin hjá ÍF at standa seg:
- Hjá ÍF snýr tað seg um beinanvegin at seta seg í respekt. EB/Streymur vann sunnudagin 8-0 ímóti B71, og fyrsta korterið er tað týdningarmikið hjá ÍF at vísa mótstøðumonnunum, at í kvøld er talan um eina heilt aðra uppgávu, sigur Helgi L. Petersen.
Hann vísir eiini á, at tað eisini eru spælarar á ÍF liðnum, sum hava nógvar royndir:
- Ikki minst Jákup Mikkelsen, málverjin, sum hevur vunnið steypafinaluna, sum hevur spælt nógvar stórar dystir úti í verðini, og sum hevur vunnið kanska í túsunda talið av dystum júst á hesum vøllinum.