FLOGBÓLTUR
Besta kvinnuliðið hjá ÍF í flogbólti hevur havt eitt sera gott kappingarár higartil. Sjálvt um kappingin hevur verið sera jøvn, so gjørdist ÍF vinnari av grundspælinum, so tær eru á odda, tá liðini fara undir endaspælið. Gongdin hjá ÍF hevur eisini verið góð síðstu dystirnar. Gaman í blivu tær hølvaðar av næstseinasta dyst í grundspælinum, tá SÍ vitjaði á Kambsdali, men í síðsta dystinum fingu tær veruliga uppreisn. Tá møttu tær TB í Trongisvági, og her gjørdi ÍF ikki mætari enn at vinna 3-0.
Nú ræður um hjá ÍF at halda góðu gongdini frá grundspælinum, tá tær møta einum av botnliðunum, KÍF.
Hjá KÍF hevur eisini gingið rætta vegin síðstu dystirnar. Síðstu tríggjar dystirnar hava tær vunnið ein, meðan tveir eru taptir eftir javnbrótara. Endaspælið kemur væl við hjá kollfirðingum, tí nú eru stigini hálveraði, og við hesum fáa tær ein nýggjan møguleika at leika seg fram í oddin.










