Bankadeildin í Sandavági fer at lata aftur nakað skjótt. Tað váttar stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen. Viðskiftafólkið fær bræv um hetta, sigur hann.
Ein av komandi døgunum fara sandavágsfólk, sum hava gjørt síni ørindi í deildini hjá Føroya Banka í bygdini, at fáa tey tíðindi frá bankanum, at deildin í Sandavági veður stongd, og ein automat, har til ber at taka pening út, verður sett upp í staðin.
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka sigur, at bankin í summar hevur viðgjørt framtíðina hjá einum tveimum deildum bankans. Onnur var í Skopun, har gjørt er av at stytta avgreiðslutíðinda munandi. Hin er í Sandavági, har gjørt er av at steingja heilt.
Sandavágsólk, sum ikki gera síni bankaørindi á meira nútímans hátt við eitt nú Heimabankanum, kunnu so í staðin fara til Miðvágs, har Føroya Banki framvegis fer at hava deild, sigur bankastjórin.
Eisini er avtala gjørd við Postvek Føroya, sum hevur deild í Sandavági, um, at fólk kunnu gera síni bankaørindi, tað vil í høvuðsheitinum siga inngjaldingar, á posthúsinum.
Grundin til at táttað verður í nú, er tann, at alt færri og færri avgreiðslur veðra gjørdar við vanligu kassarnar, sigur Janus Petersen, bankastjóri. Serliga við tær smærru deildirnar eru bíðirøðirnar púra burtur í dag, sigur hann. Tað er meira reglan, at eingin er inni á gólvinum, enn at fólk standa í bíðirøð.
Automatin, sum Føroya Banki fer at seta upp í Sandavági, verður í sama bygningi, sum bankadeildin hevur verið í.
Janus Petersen sigur, at Føroya Banki hevur boðað Sandavágs Kommunu frá avgerðini og líkasum boðið bygningin út til eitthvørt endamál, sum hugsandi kundið verið. Men enn er eingin, sum hevur víst húsinum beinleiðis áhuga,sigur hann.
Tvey fólk hava verið knýtt at deildini hjá Føroya Banka í Sandavági, og tey hava fingið boðið starv í bankanum í Miðvági, sigur stjórin.