Fyrsta bríksl var klokkan 15 í trimum dystum í bestu deildini.
B36 er í Sørvági. Har løgdu gestirnir bragdliga fyri og spældu seg til fleiri møguleikar, men so fótaði 07 Vestur og hevði fleiri møguleikar, áðrenn B36 tveir minuttir undan steðginum skoraði. Benjamin Heinesen legði innfyri úr høgru, og nýggi B36 spælarin Bjarki C. Nielsen skoraði, so B36 eftir fyrra hálvleik er frammanfyri 1-0.
Í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av TB, er tað málleyst eftir fyrra hálvleik. Víkingur hevur verið meiri á bóltinum, og Víkingur hevur havt onkran góðan møguleika, men TB veruspælið er sera væl skipað, og tvøramenn eru tolnir og duga væl at halda upp á bóltin.
Á Tórsvølli hevur HB vitjan av NSÍ, og har er støðan 2-1 til heimaliðið. HB legði bragdliga fyri, og í sjeynda minutti legði Hilmar Leon Jakobsen HB á odda eftir innlegg úr vinstru frá Adriani Justinussen.
Adrian Justinussen átti hornasparkið úr høgru, og so var tað aftur og fram, áðrenn miðvererjin Bartal Wardum miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti um munin.
Bæði liðini hava havt fleiri heilt góðar møguleikar. Í fjør var HB málverjin Teitur Matras Gestsson ársins málverji, og higartil í dag hevur hann verið heilt framúr.
Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, minkaði NSÍ um munin, tá ið Petur Knudsen eitt sindur úr høgru og eftir sending frá Mikkel Elbæk Jakobsen sendi bóltin inn við nærra stólpa.
Hálvleiksstøðurnar
Víkingur – TB 0-0
07 Vestur – B36 0-1
HB – NSÍ 2-1
Klokkan 16
B68 - KÍ











