Fýrverk í kvøld

Vágbingar eru kendir fyri at gera nógv burturúr nýggjárinum, og í kvøld klokkan 19:00 skipar Nýggjársnevndin í Vági fyri lítlum fýrverksshowi á Marknoyri. Sum eitt slag av undansýning, verður í kvøld kl. 19.00 fýrverksshow niðanfyri VILT-húsini á Marknoyri í Vági.

Samstundis er fýrverkssølan hjá Nýggjársnevndini á sama stað, opin og Nýggjársnevndin hevur eisini søluna opna í morgin og nýggjársaftan.

Vágur er tiltikin nýggjársbygd, og Nýggjársnevndin sigur, at hesaferð verður aftur skotið við manér, og nevndin hevur havt fólk í Danmark at nema sær kunnleika um, hvussu ein á tryggan hátt kann skjóta fýrverk, eisini tá talan er um máttmikið fýrverk.