Óførur skemtileikur

Tað er sjáldan, at tú sleppur at flenna alla tíðina eftir einum sjónleiki, men við Mostir Charley slepst ikki undan

Nú veturin so smátt er byrjaður og kalt er úti, hevur Klaksvíkar Sjónleikarfelagið tikið stig til at seta ein sjónleik upp, sum áður er spældur í Klaksvík. Sjónleikurin snýr seg um mostirina hjá Charley, sum skal koma á vitjan. Øll problemini byrja, tá mostirin verður seinkað, og ein annar fer at lata, sum um hann er mostirin.

Leikpallurin er serstakliga flottur, og eingin ivi er um, at tað hevur tikið nógva og drúgva túið at seta pallin upp. Hugsast skal eisini um, at tað eru tríggir pallar, sum eru gjørdir til hendan leik, og hvør pallurin er vakrari enn annar.

Ja, sjálvt tá tú kemur inn at hyggja eftir sjónleikinum, fært tú eina snøgga og vælskipaða leikskrá, sum eisini kann nýtast sum kalendari heima. Flott, flott og original má sigast.


Góðir leikarar

Leikararnir eru allir góðir, tó at tað eru onkrir leikarar, sum skara framúr. Hans Hjalti Skaale spælir tann forvirraði og forelskaði Jack, sum er sooo forelskaður í gentuni Kitty (Jenny Kastalag). Jan Gardar hevur leiklutin sum Charlie, sum er forelskaður í Anny (Jakobinu Jacobsen). Sum butlarin hjá Jack, Brasset, spælir Karl Marius Poulsen meistarliga.

Men tann, sum skarar framúr, er Per Johannessen. Hann hevur leiklutin sum Babbs, besti vinur hjá Jack og Charley, og sum eisini klæðir seg út sum tann falska mostirin.

Annars eru leikarar sum Jógvan Jacobsen (tænari), Øssur Hentze (Spittigue), Joan Heinesen (Ella), Peter J. Eliasen (Francids) og tann veruliga Mostir Charlie, sum verður spæld av Adelborg Linklett.


Flenna alla tíðina

Eg havi einki uttan rós at geva leikinum Mostir Charley hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Ongantíð áður havi eg upplivað ein so stuttligan og áhugaverdan sjónleik. Sigast má, at leikstjórin hevur skapt eitt meistaraverk, sum seint verður gloymt av klaksvíkingum.

Tað er sjáldan, at tú sleppur at flenna alla tíðina eftir einum sjónleiki, men hesa ferð slepst ikki undan. Eitt fantastiska flott og vælskrivað manuskript. Bravo.

Góða eydnu við sjónleikinum, tit í Klaksvíkar Sjónleikarfelag og hjartans tøkk fyri eina stuttliga løtu.