Løgreglan varð um vikuskiftið boðsend til eitt heim í Havn. Orsøkin var, at tvey fólk vóru farin til hendurs. Hendingin var so mikið ógvusligt, at fólkini verða skuldsett.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at løgreglan hevur verið á staðnum og hevur tosað við báðar partarnar og nú verður eitt harðskapsmál upprættað – tað vil siga, at partarnir verða skuldsettir fyri harðskap.
Vakthavandi á løgreglustøðini vil ikki siga meira um júst hvat hendi, men sigur, at annars hevur vikuskiftið verið hampiliga friðarligt.