Fóru útav við stolnum vørubili

Leygarnáttina varð ein vørubilur stolin á Skálatrøð. Tjóvarnir fóru tó útav við bilinum uppi í Hoydølum

 

Leygarnáttina høvdu tveir ungur menn, ið eru 18 og 21 ára gamlir, tørv á flutningi úr miðbýnum og niðan í Hoyvík.

Har vóru góð ráð dýr, og teir gjørdu av at stjala ein lastbil hjá heilsøluni Poul Michelsen. Tað var ein stórur bilur við innilokaðari last. Hesin skuldi føra teir tann langa vegin til Hoyvíkar. Lykilin stóð eftir øllum at døma í bilinum, og tí var lag á manni at taka hann.

Tað eyndaðist teimum at sleppa avstað við bilinum, og teir komu heilt niðan á Garðaveg beint omanfyri studentaskúlan í Hoydølum.

Her vóru teir tó ikki nóg neyvir við stýringini, og bilurin fór omanav vegnum. Tilburðurin varð fráboðaður stutt eftir klokkan eitt á nátt.


Sløkkiliðið breyt arbeiðssteðg

Løgreglan handtók báðar menninar, ið eru av bygd. Teir verða skuldsettir fyri at hava koyrt við kenning og fyri stuldur av lastbilinum. Blóðroyndir vórðu tiknar og sendar til nærri kanningar. Harafturat kunnu teir vænta sær eitt endurgjaldskrav fyri skaðan, ið bilurin hevur fingið.

Báðir menninir vórðu fluttir á landssjúkrahúsið. Annar varð útskrivaður eftir at hava fingið viðgerð á skaðastovuni, meðan hin varð innlagdur á deild 8 til kanningar.

Tá løgreglan kom á staðið ljóðaði, at ein triði maður lá undir bilinum. Tí var neyðugt at boðsenda sløkkiliðnum, sum kom á staðið, tí tað kanska stóð um mannalív. Annars er sløkkiliðið ikki til arbeiðis í hesum døgum vegna sáttmálaloysi, men teir brutu arbeiðssteðgin í hesum førinum.

Sløkkiliðið kundi staðfesta, at eingin lá undir bilinum. Seinni hevur kranabilur verið og tikið bilin uppaftur.

Rokningina fyri hetta arbeiðið verður óivað send teimum báðum ungu monnunum. Tá hevði verið bíligari at tikið ein hýruvogn.