Fóru ongan veg

Gomlu grindabátarnir í Vági avlýstu útferðina í morgun vegna veður.

Ætlandi skuldu gomlu grindabátarnir í Vági fara útferð í morgun. Hetta er árliga útferðin, sum er hvørt ár 2. hvítusunnudag.

 

 

Bátarnir vóru settir vestur á Eiði í Vági, og vóru gjørdir klárir til ferðina, sum skudi ganga av Vágseiði til Hvalbiareiði.

 

 

Men í morgun varð mett, at tað var ov ókyrt, so ikki var ráðiligt at fara vestanfyri. Hóast ferðin var avlýst, var sangløta í Kleivini vesturi á Eiðinum í Vági í morgun, har Frelsunarherurin skipaði fyri.