- Fóru nógv kilo av herðunum í dag

- Tað fóru nógv kilo av herðunum í dag. Hetta er ein stór byrða, ið vit hava borið uppá í trý ár. Hóast nógv ikki skilja tað, so er hetta týdningarmikið fyri Havnina. Eg havi eg siti í býráðnum í sekstan ár, og haldi sjálvur, at hetta er tað týdningarmesta málið í mínari tíð.


Tað sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, formaður fyri Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu og ein av heitastu talsmonnunum fyri havnarútbyggingina, nú Tórshavnar kommuna loksins hevur fingið loyvi frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum, til at útbyggja havnarlagið.


Verkætlanini varð annars steðga í mars, tá Býarskipanarnevnd landsins mælti frá, at kommunan fekk loyvi at broyta byggisamtyktina. Harvið mátti landsstýriskvinnan taka støðu til, um hon skuldi fylgja frámælinum ella geva eftir fyri ynskinum hjá Tórshavnar kommunu. Sjúrður Olsen greiðir frá, at tey fingu høvi at siga sína hugsan um frámæli.


- Vit vóru á fund við landsstýriskvinnuni, har vit svaraðu upp á frámælið og greiddi frá okkara sjónarmiðum. Eg meti, at svarið var 26 síður til longdar, har vit lýstu okkara sjónarmið væl og greiddu m.a. frá, hví vit ikki bygdu á Sundi, í Kollafirði ella á Glyvurnesi.


Nú tá endaliga loyvið er komi upp á pláss, so er kommunan klár til at byrja arbeiðið skjótast gjørligt.


- Vit byrja beinanvegin. Øll tilboð eru klár og vit eru klár at trýsta á grøna knappin. Tilboðið hjá J&K Petersen skal bara samtykkjast í vinnunevndin og býráðsfundi. Men væntandi verður eykafundur kortini í býráðnum í næstu viku í samband við byggingina av skúlanum á Fløtum.