Í gjárkvøldið fekk danska bjargingartænastan boð um, at ein seglbátur var farin á land á jútsku vesturstrondini. Tað vísti seg, at átta pólendingar vóru í bátinum. Stýrimaðurin á bátinum vísti seg at vera prestur, og hann greiddi bjargingartænastuni frá, at hann var farin ein túr við hinum monnunum, sum vóru heimleysir. Danska løgreglan heldur kortini ikki, at prestur sigur satt, men hon hevur kortini gjørt av at lata menninar sleppa aftur til Pólands. Tí verður seglbáturin fluttur suðureftir, so hann kann sleppa eystur ígjøgnum Kielerveitina. Sambært donsku bjargingartænastuni vóru teir átta menninir í bátinum illa fyri, tá bjargingartænastan kom fram á teir. Tað vísti seg, at teir høvdu ongan streym, einki til matna, og harafturat vóru allir vátir at skinninum.