Fótbóltur
Altjóða fótbóltssambandið FIFA ger eina ferð um mánaðin upp, hvussu sterkar heimsins fótbóltstjóðir eru. Seinastu mánaðirnar hevur tað gingið støðugt afturá hjá føroyska landsliðnum, sum er komið nær botninum á listanum.
Uppgerðin fyri desember mánað gevur tó eina lítla framgongd, tí Føroyar taka seg fýra pláss fram á listanum og er nú nummar 181 í røðini av 206 londum. Fyri fyrstu ferð er eitt afrikanskt land annars at finna á listanum. Hetta er Nigeria, sum nú er nummar níggju í heiminum.
Ovasti og norðurlendski parturin av listanum sær soleiðis út:
1Brasil
2Italia
3Argentina
4Frakland
5Ongland
6Týskland
7Holland
8Portugal
9Nigeria
10Kekkia
14Svøríki
21Danmark
50Noreg
52Finnland
93Ísland
181Føroyar