Fært tú nokk D-vitamin?

Trot kann elva til tunglyndi

Gransking vísir á, at D-vitamin hevur stóra ávirkan á sinnalagið og sálarheilsu okkara. Hava vit trot á D-vitaminum er vandin fyri, at fáa tunglyndi eisini størri.

 

 

Les eisini: Test: Hevur tú vetrartunglyndi

 

 

Ansa eftir,at tú fært nokk av D-vitaminum við at fáa sól um summarið og veturin. Tað er lætt at fáa D-vitamin gjøgnum húðina, og tað hendir skjótt, um tú ert í sólini. Á leið fimm minuttir til ein hálvan tíma nakrar ferðir um vikuna um summarið er nóg mikið. Sólkrem ávirkar ikki mongdina av D-vitamina, sum húðin tekur til sín. Tú brukar eisini av goymsluni av D-vitaminum um veturin, sum tú hevur fingið um summarið. Tað er tó ikki nokk til allan veturin.

 

 

 

Minst til, at tað verður miðmælt, at vit fáa 7,5 µg D-vitamin um dagin. Tey flestu fáa á leið 2-4 µg D-vitamin úr kostinum, og kosturin er ikki nokk til at dekka tørvin, um ein ikki eisini er í sólini.

 

 

D-vitamin er at finna í kjøti og fiski – serliga í feitum fiski, so sum makreli, laksi og teskalivur. Viðmælt verður at eta 200-300 gram av fiski um vikuna.

 

 

Tað er umráðandi at eta vitaminir og taka D-vitamin ískoyti eisini, um tú ikki etur nokk av fiski.

 

 

Drekkur tú nógv rúsdrekka, so ávirkar tað eisini upptøkuna av D-vitaminum, sum vit fáa ígjøgnum kostin. Tí er best ikki at drekka ov nógv um veturin.

 

 

Tey minstu børnini, og tey eldru, sum eru yvir 65 ár eru í størri vanda fyri at hava trot á D-vitamin, og hesi skulu sum oftast taka eyka ískoyti.

 

 

Kelda: Politiken.dk