Fúrstin við á jomfrúferð

Albert II fúrsti av Monaco var í dag við á fyrstu almennu ferðini við nýggju tyrluni hjá Atlantic Airways. Talan var ikki um nakra drúgva ferð. Bert nakrir minuttir gingu, frá tí at Augusta Westland, AW-139, tyrlan fór á flog, til hon settist aftur úti á Boðanesi í Havn. Tá hevði ferðalagið verið á sightseeing yvir høvuðsstaðnum, vestur móti Mykinesi, Tindhólmi og Vágabjørgunum, eins og Hestur og Koltur eisini kundu síggjast.

Og umborð vóru fínir gestir. Umframt stjóra og nevndarformann í Atlantic Airways, taldi ferðalagið eisini Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Jacob Vestergaard. Og so var Albert II fúrsti av Monaco eisini við á flogi. Men júst hvørji ørindi hann hevði, bar ikki til at fáa at vita.