Í gjár doyði Rainier fúrsti í Monaco 81 ára gamal.
Rainier var av Grimaldi-ættini, sum hevur sitið við ræðið í Monaco í meiri enn 700 ár. Hann tók við valdinum í 1949. Í 1956 gjørdist hann kendur um allan heimin, tá hann giftist við amerikonsku filmskvinnuni Grace Kelly.
Tey seinastu tíggju árini hevur fúrstin havt vánaliga heilsu. Tann 7. mars varð hann fluttur á sjúkrahús, tí hann hevði trupulleikar við hjartanum og andadráttinum, og gjáramorgunin doyði hann.
Rainier og Grace Kelly áttu trý børn, og einasti sonurin, tann 47 ára gamli Albert prinsur, tekur við eftir faðirin.










