Grønlendskir miðlar hava fyrr skrivað um, at fúrstin av Monako hevur verið og vitja barnaheimið í Ummannaq, sum Ann Andreasen hevur staðið á odda fyri í eini 24 ár.
Nú kemur fúrstin av Monako til Føroya at vitja, og tað er skjótt at gita sær til, at orsøkin til tess, er at barnaheimið í Ummannaq er í Føroyum og vitjar.
Í Grønlandi hevur tað verið soleiðis, at fúrstin hevur gjørt nógv fyri at vera privatur á vitjanini, og bert hevur úttalað seg til miðlar við endanum av vitjanunum.
Í gjár stóð grein í netmiðlinum hjá Sermitsiaq í Grønlandi, at fúrstin skuldi koma til Føroya, men stutt eftir var greinin tikin av aftur netinum.
Fúrsti Albert II av Monako er leiðari í lítla fýrstavelidinum í Fraklandi.
Hann er sonur sjónleikarinnuna Grace Kelly og Fúrsta Ranier III av Monako.
Fúrstin er gamal drongur, hóast hann fyrr hevur verið settur í samband við eina rúgvu av fotomodellum.










