Færri yrkisnevndir

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø hevur lagt uppskot fyri løgtingið um broytingar í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar Verandi skipan við mongu yrkisnevndunum er tung, og hóskar ikki væl til okkara viðurskifti, sigur Helena Dam á Neystabø.

Ein nevnd við umboðum frá avvarðandi pørtum á arbeiðsmarknaðinum, yrksisskúlunum og Mentamálaráðnum hevur tí í áliti sínum um endurskoðan av yrkisútbúgvingunum mælt til at skerja talið av yrkisnevndum úr 9 til 1 yrkisnevnd.

Sambært verandi yrkisútbúgvingarlóg skulu yrkisnevndirnar m.a. áseta innihaldið í teimum góðkendu útbúgvingunum, býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina, góðkenning av læruplássum og stytting av lærutíðini. Broytingin í yrkisútbúgvingarlógini hevur við sær, at tað bert verður ein yrkisnevnd fyri alt yrkisútbúgvingarøkið.

Landsstýriskvinnan er sera fegin um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum og umsitingin eru samd um hesa nýskipan, sum ger umsitingina smidligari. Álitið um endurskoðan av yrkisútbúgvingunum frá 2010 vísir á 18 tilmæli, og er hetta eitt av fleiri tilmælum, sum nú verður sett í verk.