Tó at veljarakanningarnar lata upp fyri spenningi kring býráðsvalið í Klaksvík, so høvdu bert 221 greitt atkvøðu í Klaksvík á miðdegi móti 262 við seinasta býráðsval.
Kanska spælir veðrið inn, tí tað hevur regnað nakað í Klaksvík fyrrapartin.
3.727 hava valrætt í Klaksvíkar kommunu.
256 hava greitt atkvøðu við brævi.
Myndirnar tók Dávur Winther










