Færri ungar kvinnur enn menn

13% færri kvinnur eru enn menn í aldrinum 20 til 24 ár, og 11% færri kvinnur í aldursbólkinum 20-39 ár. Annars eru færri kvinnur enn menn í øllum aldursbólkum, til vit koma upp um 70 ár. Tá vendir myndin, og kvinnurnar gerast fleiri í tali. Tað skrivar Kveik, sum hevur roknað upp á nýggjastu fólkahagtølini. Um tað “normala” er, at eins nógvar kvinnur og menn búgva í einum landi, so mangla fleiri enn 900 kvinnur í aldrinum 20 til 34 ár og nærum 2000 kvinnur í aldrinum 20 til 64 ár. Og hóast kvinnurnar liva væl longri enn menninir, er eitt samlað undirskot av kvinnum upp á 4%, tá allir aldursbólkar verða taldir saman, sigur Kveik á heimasíðu sínari.