Færri ung roykja

Upplýsing um vandan, ið stendst av royking tykist ikki at rína við tey ungu í Føroyum. Í hvussu er hevur rúsdrekka og narkotikaráðið staðfest seinastu árini, at tað gerast alt fleiri ung, sum roykja.

Talið á teimun sum hava roynt at roykt í Føroyum var hægri enn í øllum hinum londinum. Í Føroyum hava 84% av 9 floks næmingunum roynt at roykja, samanborið við 69% av næmingunum í miðal í hinum londunum.

Talið á teimun sum hava roykt innanfyri seinastu 30 dagarnir í Føroyum var áleið tað sama sum miðaltali fyri Evropa.

Miðaltølini fyri næmingar í 9 flokkunum í Føroyum vísa at 47% av dreingum roykja, og 40% av gentunum.

Hetta er ein stórur trupuleiki at so nógv roykja, tí at alt fleiri fólk doyggja av sjúkum sum upprunaliga koma av royking. Tað doyggja uml. 100 fólk um árið av hesum sjúkum.

Kanningar vísa at tað eru meira vaksin enn ung sum roykja. Rúsdrekka og narkotikaráði ætlar at arbeiða meira við at fáa tey ungu til at gevast at roykja.