Færri suðuroyingar á ólavsøku enn vanligt

– Streymurin av fólk til Suðuroyar á ólavsøku er næstan líka stórur sum streymurin av fólki, sum fer til Havnar

Tað eru færri suðuroyingar farnir til Havnar at halda ólavsøku í Havn enn tað plagar. Hinvegin eru fleiri fólk við til Suðuroyann enn tað plagar.

Tað sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli. Tey loystu av Krambatanga klokkan 11 og verða sostatt á Havnini um eina løtu, og tað eru 476 fólk norður við. Tað eru 84 fólk færri enn tað vóru við tann tilsvarandi túrin í fjør, tí tá vóru 560 fólk við.

Smyril fór eisini til Havnar tíðliga í morgun, men tá vóru bara 62 fólk við. Men tað merkisverda var, at tað vóru heili 98 fólk við suðuraftur av Havnini í morgun.

Tað ferðaðist eisini nógv fólk í gjár, men eisini í gjár vísti tað seg, at tað vóru rættiliga nógv fólk við túrarnar av Havnini til Suðuroyar. Tilsamans førdi Smyril 1.536 fólk um Suðuroyarfjørð í gjár og av teimum fóru 915 fólk norður til Havnar og 621 fólk vóru við suðuraftur.

Annars hevur Smyril aldrin ført so nógv fólk, og so nógvan farm, sum hann ger í hesum døgum. Skiparin sigur, at siðstu arbeiðsvikuna, frá hósdegi til hósdag, flutti Smyril 8.000 fólk um Suðuroyarfjørð, og frá hósdegnum til nú hendan túrin av Krambatanga, hevur hann ført heili 6.600 fólk um Suðuroyarfjørð.

Á nógvum túrum er hann fullur undir lúkurnar og tað hendir seg eisini, at bæði fólk og bilar standa eftir, sigur Skiparin.