Elektroniskar startsperruskipanir minka um talið av stolnum bilum. Síðan bilverksmiðjurnar miðskeiðis í 90-unum fóru at seta elektroniskar startsperruskipanir í sínar bilar, er samlaða talið av stolnum bilum í ES fallið úr tveimum milliónum til umleið eina millión.
Nú biltjóvarnir ikki hava so lætt við at bróta inn í bilar og stjala teir, við at kortslutta nakrar leidningar, bróta teir heldur inn hjá fólki og royna at fáa hendur á billyklunum.
Tað eru sum oftast teir dýru bilarnir, tjóvarnir royna at fáa hendur á, sigur
Christian Skødt, konsulentur hjá Forsikringsoplysningen í Danmark.









