Talið á roykjarum í Íslandi hevur ongantíð verið so lítið sum nú samanborið við fólkatalið. Ein nýggj kanning, sum heilsuverkið hevur skipað fyri, vísir, at 15 prosent av øllum íslendingum millum 15 og 89 ár festa sær í hvønn dag. Talið er minkað støðugt síðani 1991, tá 30 prosent royktu hvønn dag.
Hendan gongdin helt fram í fjør, tí hagtøl vísa, at íslendingar keyptu færri sigarettir í fjør enn árið fyri, skrivar Vísir.
Tá Altingið í 2001 samtykti eina 10 ára ætlan var málið, at í 2010 skuldu færri enn 15 prosent av teimum vaksnu roykja hvønn dag, og hetta mál er rokkið, skrivar blaðið.