Fyri fyrstu ferð í meiri enn eina øld minkaði fólkatalið í Íslandi í fjør. Tann 1. januar í 2010 búðu 317.630 fólk í Íslandi samanborið við 319.368 eitt ár frammanundan. Sostatt minkaði fólkatalið eitt hálvt prosent í fjør, og tað skal samanberast við, at undanfarin fimm ár hækkaði tað 1,6 prosent í meðal um árið, skrivar Morgunblaðið.
Hagstovan í Reykjavík sigur, at fólkatalið minkaði í øllum pørtum av landinum í fjør, men at størsta minkingin var á Eysturlandinum og Vesturlandinum.