Í juli mánað í fjør vóru skrásettir 151 nýggir persónsbilar í Føroyum. Í ár er talið á 127 bilum, hetta er ein minking á 24 bilar. Frá januar 2002 til juli sama ár vóru 1004 nýggir persónsbilar skrásettir hjá Bileftirlitinum, men í ár eru tað skrásettir 173, sum gevur eina minking uppá 173 bilar ella 17,23%.
Eisini tá tað kemur til skráseting av vøruvognum, bussum og hýruvognum er talan um minkingar.
Tilsamans vóru 197 akfør skrásett í juli 2002. Sama mánað í ár vórðu skrásett 178 akfør. Hetta vil siga, at minkingin er 14,49%. Frá januar til juli í 2002 vórðu skrásett 1318 akfør. Sama tíðarskeið í ár eru skrásett 1127 akfør.
Nú Bileftirlitið er farið undir at skráseta prutl, kann eisini nevnast, at í juli 2003 eru skrásett 18 nýggj prutl, og higartil í ár eru 106 prutl skrásett.