Ein uppgerð hjá altjóða sjóferðsluskrivstovuni IMB vísir, at í fjør vóru 239 skip fyri sjóráni, og tað er tað minsta talið seinastu átta árini. Í 2005 vóru sjóanini 276 í tali, og í 2004 vóru tey 329. IMB sigur, at tey flestu sjóránini eru framvegis í indonesiskum sjóøki, har sjórænarar lupu á 50 skip í fjør, og skrivstovan mælir sjófólki til at vera á varðhaldi, tá tey sigla har á leiðini. Tølini hjá IMB vísa eisini, at tey flestu skipini verða álopin, meðan tey liggja fyri akkeri.










